Undir Flógvakrígnum í 1991 skutu irakar 39 Scud-rakettir eftir málum í Ísrael. Tá svaraðu ísraelsmenn ikki aftur. Hetta komst av, at amerikanarar noyddu Ísrael til at binda frið, tí eitt ísraelskt aftursvar hevði forkomið arabiska stuðlinum til amerikanska álopið.
Ein meiningakanning í Ísrael hevur víst, at tveir triðingar av fólkinum halda, at næstu ferð skal Ísrael svara irakskum rakettálopum. Sharon og aðrir ísraelskir politikarar vilja vera við, at nógvir arabarar tulkaðu tað sum ein ísraelskan veikleika, at landið ikki svaraði iraksku álopunum í 1991.










