Fara at stríðast til síðsta mann

Al-Qaeda og Taliban-hermenninir, sum eru eftir har eysturi í Afghanistan, ætla sær at stríðast til síðsta mann

Hóast amerikansk bumbuflogfør søkja at støðum teirra bæði dag og nátt, ætla Taliban-hermennini og stuðlar teirra úr Al-Qaeda ikki at geva seg yvir. Tvørturímóti boðaði ein av leiðarum teirra, Molvi Saifullah Mansoor, í gjár frá, at hann og hansara menn fara at stríðast til seinasta mann.
- Vit fara at berjast til tað síðsta ímóti USA, fyri æru islams og fyri at verja land okkara, segði kommandanturin við afghansku tíðindastovuna AIP. Hann legði afturat, at hann og menn hansara eru til reiðar at fara í deyðan heldur enn at enda í fongsli.
- Vit eru til reiðar at lata alt, og eg mæli øllum muslimum kring heimin at halda sínar muslimsku skyldur ímóti teimum vantrúgvandi, segði Taliban-kommandanturin.
Dugnaligir
Seinastu dagarnar hava hermenn úr USA, Danmark, Noregi, Avstralia og Kanada tikið lut í einum álopi á støðirnar hjá Taliban og Al-Qaeda har eysturi í Afghanistan saman við afghanskum hermonnum. Men mótstøðan hevur víst seg at vera hørð, og higartil hava níggju amerikanskir hermenn latið lív í bardøgunum. Uppaftur fleiri afghanskir hermenn eru falnir.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rums-feld, segði mánakvøldið, at tað verður ikki lætt at basa Taliban og Al-Qaeda. Hann segði, at menninir vísa seg at vera væl vandir, teir eru væl vápnaðir, og teir kenna fjallalendið út og inn.
Rumsfeld var tó ikki í iva um, hvør fer at vinna bardagan, men hann ávaraði enn einaferð um, at tað fer at taka tíð, og at sigurin verður ikki ókeypis.