Vegna arbeiði verður Leirvíkstunnilin stongdur frá mánadegi 15. januar til 31. mars - frá sunnukvøldi á midnátt til mánamorgun klokkan 06.
Eisini verður tunnilin stongdur mánakvøld til fríggjamorgun frá klokkan 22 á kvøldi til 06 á morgni.
Landsverk veit at siga, at bilar sleppa gjøgnum tunnilin á midnátt, klokkan 02 og klokkan 04. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa gjøgnum Leirvíkstunnilin.