Fara skjótt at rudda í grannaløgum í Klaksvík

- Fyri at fáa lut í grannapakka er neyðugt at melda til. Ruddingarátakið verður í døgunum 28. apríl – 4. mai, og tað eru grannaløgini sjálvi, sum heinta grannapakkan og gera av, hvønn dag tey rudda

- Árligur ruddingardagur hevur í fleiri ár verið fyriskipaður av kommununi, sum hevur heitt á borgarar, fyritøkur og stovnar, um at rudda útvald øki. Seinastu tvey árini hevur eisini verið skipað fyri grannarudding, og hevur hetta verið sera væl eydnað.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at síðstu árini hevur árligi ruddingardagurin verið knýttur at skránni fyri Virkið vár, har eitt av endamálunum er at stuðla undir ABC-átakinum hjá Fólkaheilsustýrinum um at vera virkin saman og hugbundin.

 

- Her hevur verið lagt upp til, at fólk skipa seg í sínum grannalagi ella í smærri bólkum, soleiðis at fólk eru saman um at rudda eitt felags øki. Í hesum sambandi verður eisini ein grannapakki latin hvørjum grannalagi, sum meldar seg til.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at í pakkanum er bæði okkurt praktiskt til ruddingina, søtt til góman og grønar spírar, sum grannalagið kann fáa gleði av.

 

- Fyri at fáa lut í einum grannapakka er neyðugt at melda til. Ruddingarátakið í grannaløgum verður í døgunum 28. apríl – 4. mai, og tað eru grannaløgini sjálvi, sum heinta grannapakkan og gera av, hvønn dag tey rudda.

 

Í tilmeldingini er neyðugt at upplýsa, hvussu nógv taka lut, og hvussu nógv húsarhald talan er um. Neyðugt er eisini, at grannaløgini skipa seg sjálvi við einum samskipara, sum útfyllir tilmeldingarskjalið.

 

- Boð um, hvar grannapakkin kann heintast, verða send til tey, sum melda til, og tilmeldað verður umvegis leinkjuna, sum sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.