Eitt uppskot, sum fer at kosta landskassanum og kommunukassunum slakar 200 milliónir krónur, kann ikki standa einsamalt. Tað halda allir tinglimirnirnir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Tey hava viðgjørt eitt uppskot frá Joen Magnus Rasmussen, tinglimi fyri Fólkaflokkin um at gjaldið úr Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.
Men tey í samgonguni vísa á, at hóast hetta fer at kosta Landskassanum og kommununum, slakar 200 milliónir í mistum inntøkum um árið, hevur løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum einki boð upp á, hvaðani teir pengarnir so skulu útvegast.
Tað er sjálvsagt, at eitt uppskot, har Land og kommunur missa inntøkur upp á knappar 200 mió, kann ikki standa einsamalt, siga tey. Og tí heita tey á Joen Magnus Rasmussen um at leggja eitt meiri fullfíggjað uppskot fyri Løgtingið, har hann eisini vísir á, hvaðani pengarnir skulu koma frá.
Umboðini fyri samgonguna vænta, at missa kommunurnar so nógva inntøku í einum høggi, verða tær antin noyddar at hækka kommunuskattin, ella at hækka gjøldini til dagstovnar og aðrar tænastur – ella má tænastan skerjast tilsvarandi.
Tey vísa á, at fyrr fekk skattagjaldarin ein frádrátt fyri inngjaldið í Samhaldsfasta, men tá ið vit fingu eina bruttoskattaskipan í 1996, var endamálið at fáa eina einfaldari skipan. Í tí sambandi vórðu allir frádráttir avtiknir og ístaðin fingu vit ein botnfrádrátt í skattinum, so at eingin skattur varð goldin fyrr enn inntøkan fór upp um eitt vist um árið.
Í dag er botnfrádrátturin í Landskassanum 65.000 krónur og í kommunuskattinum er hann 30.000 krónur og hetta er ein skipan, serliga Fólkaflokkurin var fortalari fyri, siga tey í samgonguni
Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, vísa á, at Samhaldsfasti er vorðin ein pengamaskina hjá landskassanum og kommununum, tí samgongan hugsar meira um, hvat land og kommunur skulu fáa burtur úr grunninum, heldur enn at veita pensjonistunum ein styrk.
Tey siga, at í roynd og veru er Samhaldsfasti ein skattur, sum verður kravdur frá arbeiðsgevarum og løntakarum. Í staðin fyri at lata henda skattin fara óskerdan til pensjonistarnar, verður skattur eisini kravdur av útgjaldinum, soleiðis at ein stórur partur av honum verður brúktur til onnur endamál, siga tey.