Í sambandi við, at rognkelsi er vorðið ein týðandi liður í herferðini móti lús í føroysku í føroysku alivinnuni, er Fiskaaling - í samstarvi við P/F Luna - farið í holt við at menna eina tænastu, ið skal hava til endamáls at kanna, um rognkelsini trívast og hava nøktandi umstøður úti í aliringunum. Hetta fyri at fáa sum mest burtur úr rognkelsunum sum reinsifiskur.
- Rognkelsi sum reinsifiskur er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi, og tí er nógv eftir at læra, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Í mun til laksin eru øðrvísi atlit, ið skulu takast til rognkelsini. Rognkelsi hava ongan sundmaga, og tí eru búkfjaðrarnar á teimum umskapaðar til ein súgvikopp.
Kirstin Eliasen, samskipari hjá Fiskaaling, sigur, at við súgvikoppinum kunnu rognkelsini súgva seg føst, tá tað er myrkt, ella tey bara hvíla seg. Hetta gera tey fyri at spara orku, ið tey annars høvdu brúkt til at halda seg uppi í sjónum. Niðri í sjónum eru aliringar einamest nót, og har er tí ikki nógv tilfar hjá rognkelsunum at seta seg á.
- Fyri at geva teimum høvi til at súgva seg føst, er tí neyðugt at koyra eitthvørt í ringin til hetta endamál. Falskir taraskógir úr plastikki er tað mest vanliga at brúka.
Kirstin Eliasen vísir á, at royndir hjá stovninum og aðrastaðni hava víst, at rognkelsi eta lýs, hóast tey ikki eru svong ella hava tørv á føði.
- Hetta umframt at fiskur sum heild betri megnar at standa ímóti sjúkum og strongd, tá hann er væl fyri, ger tað ynskiligt, at rognkelsini eru so væl fyri sum gjørligt. Tekin um strongd kunnu eitt nú síggjast sum slit á stertinum.
Lagt verður aftrat, at rognkelsi eru ikki kræsin og eta stórt sæð tað, ið fyri kjaftin rekur. Tað verður gitt, at rognkelsi ofta eta lýs meira til stuttleika enn av tørvi, nakað sum tá ið feitar og mettar húskettur fanga fuglar.
- Í maganum á rognkelsi er ofta nógv ymiskt at finna, eitt nú smá krabbadjór, ið hava livað á nótini. Alarin ynskir, at magarnir einans innihalda lýs og rognkelsisfóður, og reinar nótir verða tí ofta viðmæltar, har rognkelsi verða nýtt sum reinsifiskar, sigur Kirstin Eliasen í seinastu útgávu av Alitíðindum.










