Fara at melda Eik til løgregluna

MELD Eik Banki verður nú meldaður til Løgregluna fyri at hava fuskað við skjølum og samstundis verður krav sett fram um stórt endurgjald

Trupulleikarnir hjá Eik vilja ongan enda taka og nú verður bankin oman á alt, eisini meldaður til løgregluna.
Tað er greitt, nú samstundis sum Jørn Astrup Hansen situr í bankanum og roynir at greiða teir fløktu træðrirnar fyri Fíggjarligt Støðufesti, sum yvirtók hann, eftir at hann hevði rent seg í fíggjarligt óføri.
Málið er at selja Eik fyri jól, men nú fær bankin so umfatandi sakarmál afturat at dragast við.
Tað er Smápartafelagið Sjey, sum nú fer at melda Eik og fráboðanin verður latin løgreguni um einar tvær vikur.
Stjórin, Jan Joensen, hevur ongar viðmerkingar til málið í løtuni.
Men vælvitandi keldur staðfesta fyri Sosialinum, at Sjey fer at melda Eik fyri at hava fuskað við skjølum, sum tikið verður til.
Talan er um eina milliónaupphædd, sum Eik verður meldað fyri at hava fuskað við og í øllum førum er upphæddin so mikið stór, at hetta var beinleiðis orsøkin til, at Smápartafelagið Sjey fór í sjálvbodna likvidatión fyri eini góðari viku síðani.
Keldur okkara siga, at Sjey eru ikki tey einastu, ið fara at melda Eik, men at eisini aðrar fyritøkur føla seg so illa handfarnar av Eik, at tær somuleiðis fara at melda bankan.
Talan er um so ógvusligt óreglusemi, at fyritøkurnar halda, at tað er rættast at melda.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jørn Astrup Hansen áðrenn blaðið fór til prentingar.