Fara at luttaka í DM

Taekwondo: 18 føroyingar fara í næstum til Danmarkar at luttaka í DM.

Um vikuskiftið fara fólk úr taekwondo í Føroyum til Danmarkar at luttaka í DM. Kappingin verður í Solrød, og við í ferðalagnum eru tilsamans 18 føroyingar, harav 13 kemparar.


Tey flestu, níggju í tali, luttaka í aldursbólkinum 12-14 ár. Tvey luttaka í 8-11 ár, ein í 15-17 ár og ein luttekur hjá teimum vaksnu (18+ ár).


- Um nakar hevur hug at koma at hyggja og heppa, so er kappingin leygardagin 17. november kl.09.00 – 17.00 í Solrød Idrætcenter, skrivar Taekwondo felagið Hwarang Føroyar á facebook.