Sløkkiliðið í Gøtu fer í morgin at leita eftir burturblivna førarahundinum. Heitt verður á fólk um at koma at hjálpa Leygarmorgunin fer Sløkkiliðið í Gøtu at leita eftir burturblivna førarahundinum hjá Una Rasmussen í Norðagøtu.
Hundurin rýmdi orsaka av fýrverksbresti í gjár, og síðani hevur eingin sæð hundin. Uni Rasmussen, sum er blindur, hevur havt hundin seinastu 11 árini, og hann er ein sera stór hjálpa hjá honum í gerandisdegnum.
- Hundurin skal verða míni eygu og hjálpa mær at koma fram, og hann lættir mær munandi um gerandisdagin, sigur Uni Rasmussen, sum sjálvur hevur saman við konu síni í fjøllunum og leita í dag.
Sløkkiliðið í Gøtu møtir í Torvaldsstovu klokkan 9 leygarmorgunin, og tá verður farið at leita eftir hundinum.
Sløkkiliðsleiðarin Søren Djurhuus heitir á fólk um at koma at hjálpa til við leitingini. Ikki minst er brúk fyri staðkendum fólki, sum kann fara í hagan kring Gøtu.
Søren Djurhuus heitir eisini á fólk í grannabygdunum um at halda eygu við hundinum, og møguliga eisini fara at leita.
Burturblivni hundurin er ein svartur labrador.