Fara at leggja nógv fyri

Eirikur Lindenskov væntar, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fara at leggja nógva orku í at vinna sær sæti á Fólkatingi.

Fyrrapartin boðaði danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, frá á tíðindafundi á Christiansborg, at val til danska fólkatingið verður hósdagin 18. juni - ella um góðar tríggjar vikur.

 

 

Gitingar hava verið um, nær valið fór at verða, men eftir at ein búskaparfrágreiðing í gjár staðfesti, at Danmark er sloppið úr búskaparkreppuni, varð vantandi, at valið fór at verða útskrivað í dag.

 

Nú løgtingsval eisini skal vera seinni í ár, ásannar blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, at fólkatingsvalið onkursvegna eisini kann síggjast sum ein styrkiroynd, ið skal vísa støðuna á politiska pallinum í Føroyum.

 

Tað segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

 

Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, sigur seg vera greiðan yvir, at fólkatingsvalið og vitjanin hjá kongshjúnunum verða í senn, men enn veit Ríkisumboðið einki, hvussu hetta møguliga fer at ávirka skránna, sum er løgd fyri vitjanina hjá donsku kongshjúnunum.