Fara at leggja avgjald á streymin

Pengarnir skulu í landskassan, eisini tá vit ikki keypa olju. Tí skulu avgjøldini í staðin leggjast á streymin, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hóast grøna orkuskifti soleiðis, at bæði bilar og húsarhald fara at leggja um frá oljunýtslu til el, so ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kortini at fáa pengar í landskassan, sum landið í framtíðini ikki fær í oljuavgjaldi og mvg av oljusølu.

 

Tað verður gjørt við at leggja avgjøld á streymin.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, í samrøðu við VikuskiftisSosialin.

 

– Landskassin skal framvegis hava sínar inntøkur, sum hann nú fær við mvg og avgjaldi á oljuna, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann vísir á, at skipanin við bíligum streymi til elbilar og hitapumpur – og við avgjaldsfrítøku av elbilum og hitapumpum er bara fyri at fáa fólk at leggja um.

 

– Tað sigur seg sjálvt, at skal samfelagið rekast á sama hátt, sum higartil, so er neyðugt at landskassin fær sínar inntøkur – hin møguleikin er, at vit seta stórar sparingar í verk, sigur hann, og tað heldur hann ikki vera rætt.

 

Men landsstýrismaðurin sær ikki tann stóra trupulleikan í hesum.

 

– Avgjøldini av olju mugu bara flytast yvir á streymin í staðin fyri, so tann inntøkan verður í minsta lagi tann sama, sigur Jørgen Niclasen millum annað í samrøðu við Sosialin.