– Endamálið við virðislønini er at gera vart við, veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi.
Soleiðis sigur Føroya Lærarafelag í tíðindaskrivi í dag.
– Virðislønin skal eggja til arbeiði við burðardyggum loysnum í skúlanum og samfelagnum.
Allir fólkaskúlar og frískúlar kunnu søkja um at fáa Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.
Virðislønin verður latin árliga. Vinnandi skúlin fær eitt heiðursbræv, “Veðurlagsprógv”, og 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.
Virðislønin verður latin einum skúla, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.
Vinnarin skal hava lokið minst eitt av hesum krøvum:
- Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
- Verið virkin í at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Loysnirnar kunnu vera staðbundnar og til dømis snúgva seg um orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.
- Fingið burðardygga menning við í arbeiðið í skúlanum.
Hetta er fyrstu ferð at virðislønin verður handað. Føroya Lærarafelag sigur:
– Føroya Lærarafelag samstarvar við Betri og FNU um virðislønina, og partarnir ynska, at vit við hesum tiltaki kunnu stuðla undir, at føroysk útbúgving í størri mun leggur dent á kunnleikan um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar, so at børn og ung fáa øktan kunnleika og verða meiri tilvitað um hesar avbjóðingarnar. Læra um burðardygga menning er eitt øki, ið vit sum skúli og samfelag eiga at geva gætur.
– Vit vóna, at hetta átak vinnur undirtøku í skúlunum og í samfelagnum. Og at vit við at varpa ljós á vinnaran og á munagóð veðurlagsátøk kunnu stuðla tí góða arbeiðnum at búgva komandi ættarlið til dagsins avbjóðingar, sigur Føroya Lærarafelag.