?Fáa vit ikki arbeiðið at gera vegirnar til Vágatunnilin, er tað sjálvsagt, at vit fara at krevja endurgjald.
Tummas Sørensen, stjóri á Byggitek sigur, at tað, sum er farið fram í sambandi við, at arbeiðið uppá at gera vegirnar til Vágatyunnilin, ber brá av einari gølu.
?Tá ið tilboðini vórðu latin upp, høvdu vit tað lægsta tilboðið og samstundis mæltu báðir ráðgevararnir hjá Vágatunlinum, Landsverkfrøðingurin og Landsbyggifelagið, til at vit fingu arbeiðið.
? Men kortini setir leiðslan í P/F Vágatunlinum ráðgevingina til viks og tekur samráðingar upp við J&K Petersen, sum høvdu næstlægsta tilboð, um at gera arbeiðið.
Tummas Sørensen sigur, at tað, sum fer farið fram, er beint ímóti útbjóðingarlógini og tað er eisini ímóti teirri siðvenju og teimum føstu mannagongdum, sum eru galdandi á økinum.
? Tí gjørdu vit beinanvegin leiðsluni fyri P/F Vágatunlinum greitt, at vit tóku fyrivarni fyri at reisa endurgjaldskrav, um vit ikki fingu arbeiðið.
Og hann leggur afturat, at tað er sjálvsagt, at hetta endurgjaldskrav verður reist.
Hann sigur, at vanliga liggja slík endurgjaldskrøv um eini 15% av tilboðnum. Tilboðið hjá Byggitek var slakar 21,7 milliónir. Sostatt fer endurgjaldskravið til P/F Vágatunnilin at liggja um 3,2-3,3 milliónir.
Men Tummas Sørensen leggur afturat, at tað, sum Vágatunnilin ger, kann eisini skaða umdømi hjá Byggitek.
? Ein grundgeving fyri at snúgva sær uttanum Byggitek, er, at vit skulu ikki vera so sterkir fíggjarliga.
?Sagt verður, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga og tað hevur størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku, og tí verður mettur at gera arbeiðið liðugt til tíðina.
? Hvør skal siga, at tað hevur Byggitek ikki.
Tummas Sørensen sigur, at Byggitek varð frammanundan góðkent at vera ført fyri at gera arbeiðið, tí varð felagið boðið uppí útbjóðingina.
?Og vit skulu minnast til, at tað er ikki eitt privat felag, sum nú oyðileggur okkum umdømi. Tað eru tær almennu Føroyar. Hetta er rættiliga álvarsligt og tað verður eisini lagt upp fyri tí í einum endurgjaldskravi, sigur Tummas Sørensen.
?P/F Vágatunnilin hevur als onki at hava hesar metingar í, tí leiðslan har hevur enn ongantíð verið í sambandi við okkum um arbeiðið.
?Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt Vágatunlinum at tosa við okkum, men hesin fundurin er nú avlýstur tvær ferðir og óvist er, nær hann verður.
Leiðslan í P/F Vágatunlinum hevði tilskilað sær rætt til at velja og vraka ímillum tilboðin?
?Hesa tilskilingina hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum fullkomiliga misskilt, sigur Tummas Sørensen. Hetta er ein tilskiling, sum ongantíð verður brúkt, uttan so at okkurt heilt serligt tekur seg upp frá tí, at arbeiðið verður boðið út til tilboðini verða latin upp. Og í hesum føri er onki slíkt hent, sum kann rættvísgera, at hendan tilskilingin verður brúkt.
Tað er útfrá eini heildarmeting, at leiðslan fyru P/F Vágatunlinum metir, at tilboðið hjá J&K Petersen tænir byggiharranum frægast.
Umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur Vágatunnilin gjørt eina uppstilling, sum vísir, at samanumtikið verður tilboðið hjá J&K Petersen 300.000 krónur bíligari enn tað hjá Byggitek. Hettta m.a. tí, at J&K Petersen skal hava givið eitt fast boð, men samstundis verða 5% lagt afturat tilboðnum hjá Byggitek fyri meiri arbeiði ið altíð stendst av slíkum byggiætlanum.
Samstundis verður roknað við ymsum avsláttrum.
? Eftir lógini um útbjóðing, er tað bara lægsta tilboð, sum kann lækka sítt tilboð enn meiri.
? Hetta kunnu hinir tilboðsgevararnir ikki gera, sigur Tummas Sørensen.
Hann leggur afturat, at hann hevur kortini ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin fer at bera seg at sum einhvør annar byggiharri og tekur upp samráðingar við lægsta tilboð, ístaðin fyri at halda fast um kryptiskar, og kanska ólógligar, lækkingar at næstlægsta tilboði.
Les eisini grein aðrastaðni í blaðnum, har Tummas Sørensen greiðir frá gongdini í málinum.
Í morgin hava vit viðmerkingar frá formanninum í nevndini fyri Vágatunnilin, Klæminti Weihe, har hann vísur atfinningunum frá sær.
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.