Sáttmálasamráðingar
? Tað er onki at ivast í, at vit fara at krevja meiri í løn, tá ið samráðingar verða við arbeiðsgevararnar í vár.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, væntar, at tað verða truplar sáttmálasamráðingar í vár.
Skal sáttmálin ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag sigast upp, skal tað vera áðrenn 1. mars. Enn er hann ikki uppsagdur, men Ingeborg Vinther ivast ikki í, at hann verður uppsagdir.
Og hon sigur, at tað er heldur onki at ivast í, at Føroya Arbeiðarafelag fer at seta fram krøv um lønarhækking á teimum sáttmálasamráðingunum.
?Tað er greitt, at hóast vit hava fingið yvir sjey krónur upp á tímalønina hesi bæði seinastu árini, eru prísirnir hækkaði so nógv, at keypiorkan er minkað. Ikki minst eru oljuprísirnir hækkaðir sera nógv, umframt at sjálvt oljuavgjaldið er hækkað.
? Harumframt ætlar landsstýrið at leggja enn fleiri byrðar á okkum við at álegga okkum at gjalda eini 8-10% av lønini í ein eftirlønargrunn.
? Tí er tað sjálvsagt, at vit fara at krevja meiri í løn, umframt at vit fara at krevja, at arbeiðsgevararnir betala ein part av eftirlønini, sum landsstýrið nú ætlar at leggja á okkum.
Hon sigur, at tað fyri ein part landsstýrinum fyri at takka, at krøv verða sett fram um lønarhækking.
? Landstýrið hevur lagt eyka byrðar á okkum. Og tað kann landsstýrið ikki gera, uttan at rokna við, at vit fara at krevja tað innaftur. Og vit hava ongastaðni at fara við hesum kravinum, uttan til arbeiðsgevararnar. Tí sjálvt gevur Landsstýrið onki. Tann skattalætti, vit hava fingið, munar púra onki í hesum sambandinum, sigur Ingeborg Vinhter.
Hvussu stór hesi krøvini verða, fær hon onki sagt um enn. Tað fer Føroya Arbeiðarafelag nú at rokna út.