Fara at kjakast um umhvørvið

Demokratia skipar fyri valfundi

Týskvøldið 20. august klokkan 19:00 skipar Demokratia fyri valfundi á Miðnámsskúlanum í Hovi. Evnið er umhvørvispolitikkur, og valevni fyri flokkarnar luttaka.

Á fundinum verður eisini eitt kveikjandi innspæl frá Anniku Bolton Mortensen, journalisti. Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini. Orðstýrari er Liljan Weihe. 

Valfundurin í Suðuroy er annar av trimum valfundunum, sum Demokratia skipar fyri. Tann fyrsti var í Fuglafirði 14. august, og triði og seinasti fundur verður í Smæruni í Havn 27. august.