Í gjárkvøldið um 18 mundi fekk løgreglan fráboðan um eld á Glaðsheyggi í Havn.
Fyrst var tað konan í húsinum, sum ringdi og boðaði frá, og síðani ringdu fólk í grannalagnum, tí tey sóu roykin standa úr húsunum.
Løgreglan var skjót á staðnum saman við sjúkrabilum og sløkkiliðsbilum og innan fáar minuttir varð eldurin slóktur.
Í morgun er løgreglan farin at kanna, hví eldur kom í húsini.
Vakthavandi sigur, at enn vita tey ikki eldsorsøkina, men tað skal nú kannast.










