Fara at gifta sam- og hinskynd

Sosialistik Ung og Unga Tjóðveldi skipa í morgin fyri vígslurituali, sum er fyri øll

 

 

Í morgin verður fyrsta viðgerð av broytingaruppskotinum til broyting av hjúnarbandslógini. Hetta er uppskotið  hjá Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen, ið vilja geva samkyndum møguleika fyri borgarligari vígslu.

 

Klokkan 11.30 skipa Sosialistisk Ung saman við Unga Tjóðveldi fyri, at fólk kunnu gifta seg við júst tí tey elska á Speaker’s Corner uttanfyri Løgtingið.

 

- Vit hava funnið ein alternativan borgarstjóra, ið fer at víga tey, sum ynskja tað, eftir einum vígslurituali og síðani fáa tey nýgiftu eitt vígslubræv, siga tey bæði feløgini í tíðindabrævi.

 

Tað verður tó ikki stemplið hjá nøkrum myndugleika ella kommunu, sum verður á vígslubrævinum, men búmerkið hjá teimum, ið skipa fyri.

 

- Vit í Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi ynskja eitt samfelag, sum byggir á frælsi og javnrætt. Fólk skulu hava rætt til sjálvi at velja, hvørjum tey vilja giftast við. Borgarlig vígsla eigur at vera ein rættur hjá øllum í samfelagnum, og við hesum tiltaki viljla vit vísa, at kærleiki millum fólk av sama kyni, er akkurát líka natúrligur, góður og ynskiligur, sum kærleiki millum mann og kvinnu, skriva feløgini í felags fráboðan.