Nú fer Tórshavnar býráð at gera eitt stórt býartorg uppi við Tórsvøll. Tað verður einar 7.000 til 8.000 fermetrar stórt og verður niðan fyri Tórsvøll, oman ímóti Gundadalsvegnum, og mett verður, at tað fer at kosta einar 19 milliónir. Ein partur av ætlanini er, at barakkirnar fram við Gundadalsvegnum, skulu takast niður.
Eitt endamál er, at torgið skal vera ein partur av Tórsvølli í sambandi við tí hetta er eitt altjóða krav fyri at fáa vøllin góðkendan til landsdystir.
Men alla tíðina, tá ið landsdystir ikki eru, verður talan um eitt alment torg, ella eitt trivnaðarpláss har fólk kunnu vera, men har pláss eisini verður til spæl av ymsum slagi.
Sum heild verður torgið skipað soleiðis, at har verður eitt tún til eina størri fólkamongd upp á kanska 1.500 ella 2.000 fólk. Har verður eisini eitt stórt parkeringsøki til sjónvarpsvognar í sambandi við landsdystir og har verður ein uppihaldstrappa og spælipláss til allar aldursbólkar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísir á, at fyrr var eitt stórt spælipláss í Gundadali og ta spæliplássið er ætlanin at fáa aftur og talan verður um eitt spælipláss við nógvum møguleikum til allar aldursbólkar av børnum.
Men í hesum sambandi verður eisini kannað um tað ber til at lata skoytivøllin fáa fast pláss uppi við torgið í Gundadali. Endamálið er at fáa pláss fyri einum skoytivølli sum er nógv størri enn tann núverandi.
Men fær hann fast pláss í Gundadali, slepst eisini undan at brúka tíð og pengar upp á at seta hann upp hvørja ferð, tá ið skoytingin byrjar tíðliga um veturin, fyri síðani at taka hann niðuraftur hvørja ferð, tá ið veturin fer at halla, og hann hann letur aftur.
Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, er ikki við upp á at flyta skoytivøllin niðan í Gundadal. Hon heldur tvørturímóti, at skoytivøllurin í miðbýnum er eitt tiltak, sum fær rættiliga nógv fólk at savnast í miðbýnum og tað setir rættiligt lív í.
Heðin Mortensen sigur, at endalig støða er ikki tikin til at leggja skoytivøllin endaliga í Gundadali. Men eftir hansara tykki er núverandi skoytivøllur alt ov lítil, tí hann er ikki meiri enn einar 400 fermetrar, ella sum ein hálvur hondbóltsvøllur. Og fær skoytivøllurin fast pláss í Gundadali, heldur hann, at fortreytin skal vera, at hann verður nógv størri enn tann, sum nú er.
Hann sigur, at tað er heldur ikki uttan trupulleikar at hava hann heilt niðri í miðbýnum, tí tað kann vera ein vandi fyri handilsvinnuna. Serliga er tað ein vandi, at parkeringspláss verða tikin til vøllin. Men borgarstjórin er samdur í, at skal ikki vera ov langt úr miðbýnum á skoytivøllin.
https://www.in.fo/news-detail/news/vit-vilja-ikki-vera-eitt-eksperiment-hja-byradnum/?no_cache=1Les eisini: Vilja ikki vera eitt eksperiment hjá býráðnum
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum nú verður kannaður, men hava fólk góð uppskot um, hvar skoytivøllurin skal vera, er endiliga at siga frá, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at ætlanin er at fara í holt við arbeiðið upp á torgið sum skjótast, tí tað er avgerðandi fyri, at fáa Tórsvøll góðkendan sum altjóða vøll.