Nú verður farið undir at gera eina súkklubreyt í haganum oman fyri Havnina.
Tað er í Flatnahaga, beint við ríðubreytina vestan fyri Hotel Føroyar, at ætlaniner at gera fjallasúkklubreytina.
Talan verður um eina breyt, sum skal lúka krøvini til kappingar á høgum stigi, men hon skal eini vera fyri óroyndar, sum óroyndar súkklarar.
Tórshavnar Kommuna skal útvega lendi til endamálið, men annars skulu limirnir í Fjallakúkklufelagnum sjálvir standa fyri arbeiðnum at gera breytina við sjálvbodnari arbeiðskraft. Kortini er tað væntandi, at tey fara at søkja Tórshavnar Býráð um eina játtan til verkætlanina, tá ið farið verður undir arbeiðið.
Endamálið er eisini, at sum frálíður skal breytin kunna byggjast út so at hon verður eitt rætiligt fjallasúkkluøki í haganum oman fyri Havnina.











