Fara at gera nýggjan býling í Klaksvík

Í fyrstu syftu verður talan um 48 grundstykki, men pláss er fyri 400 - 500 húsum

Nú verður farið undir at gera ein nýggjan býling í Klaksvík.

Tað verður á Fossum í Klaksvík, sum er oman fyri býin annars, stutt frá har undirsjóvartunnilin kemur út. Hetta verður ein nýggjur býlingur, tí eingin búseting er har frammanundan. 

Har er gott og slætt byggilendi og Kristian Eli Zachariasen, formaður í  Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sigur, at tey fyrstu grundstykkini eru projekterað, og arbeiðið at gera tey verður boðið út nú í desember.

Hann sigur, at kommunan ætlar at gera alt klárt, bæði vegir og kloakk, og kommunan fer eisini at planera øll grundstykkini, so tá ið tey verða seld, skulu tey vera klár at byggja á.

Tað verður eisini lagt upp fyri, at barnagarður, og aðrir hentleikar vera í útstykkingini, og Kristian Eli Zachariasen væntar, at tað verður um eitt ár, at grundstykkini verða lýst til sølu.

Í teirri fyrstu útstykkingini verða 48 grundstykki og tey verða gørd í trimum byggistigum. Í fyrsta byggistigi verða 24 stykki, og so verður hildið fram til tey 48 stykkini eru klár.

Men formaðurin í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini sigur, at tað er stórt byggilendi har um vegir, tí tað er lutfalsliga slætt, so tilsamans er pláss fyri einum 400 - 500 grundstykkjum.

Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Klaksvík. Fyri fýra árum síðani stóðu 200 fólk á bíðilista at fáa grundstykki, men býráðið gjørdi av at nullstilla listan og ístaðin taka 2.500 krónur í depositum fyri at standa á listanum.

Tá minkaði listin niður í færri enn 10 umsóknir, men so títt og knapt tað frættist um hesa útstykkingina, fór listin aftur at veksa, og nú standa eini 70 fólk á bíðilista til at fáa grundstykki í Klaksvík.

Men hetta er einasta beinleiðis útstykking, sum liggur í kortunum hjá Klaksvíkar kommunu.

Arbeitt verður kortini eisini við eini ætlan um at byggja íbúðir, men Kristian Eli Zachariasen sigur, at tað er komið so stutt áleiðis, at tað fær hann einki sagt um enn.