Á tíðindafundinum fyri løtu síðani greiddi Kaj Leo Holm Johannesen frá, at settar verða tvær lonir upp uppi á Eirargarði, har kanningarnar síðani verða gjørdar – men framvegis verður talan um »drive-in test«, har fólk koma í egnum bili og verða kannað í bilinum.
Higartil eru kanningarnar gjørdar uttan fyri Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum soleiðis, at fólk eru komin í egnum bili niðanfyri Landssjúkrahúsið, og so hevur bilrøðin staðin niðan á J. C. Svabosgotu. Longu í morgun var røðin út til rundkoyringinar út á Argir, og í løtunum heilt niðan til kirkjugarðin við Velbastaðvegin.
– Tað eru betri umstøður til hetta á Eirargarði, og verða kanningarnar fluttar har niðan mánadagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann upplýsir eisini, at nú nógv fleiri kanningar at verða gørdar.
– Vit miða ímóti at klára einar 500 kanningar um dagin. Vit eru so nógv framman fyri nógv onnur lond við kanningum, og hesum fara vit at halda fram við, so vit veruliga liva upp til tilmælini frá WHO um at kanna so nógv fólk sum yvir høvur tilber,
Tað verður ikki neyðugt longur at hava tilvísing frá lækna fyri at sleppa til kanningar. Á tíðindafundinum í dag varð upplýst, at fólk, sum bara hava tann minsta mistanka um, at tey eru smittað, bara kunnu møta upp at verða kannað fyri koronusmittu.