Tá gransking skal gerast í Føroyum, ið viðvíkur mannalívfrøði, so er tað Vísindasiðseminevndin, sum skal geva loyvi. Hetta eru oftani verkætlanir, ið fólk ella stovnar venda sær til Vísindasiðseminevndina við. Í kunngerðini fyri nevndina stendur at lesa, at nevndin skal tryggja at royndarpersónurin verður vardur, og at møguleiki verður skaptur fyri nýggjari virðismiklari vitan. Nevndin kann velja at ganga umsóknini á møti, men tað verða altíð settar treytir við, og soleiðis er eisini hesuferð.
Vísindasiðseminevndin hevur givið Henrik Simonsen, deildarlækna á Statens Serum Institut, loyvi til at fara í holt við eina kanningin, sum á føroyskum eitur ?Víðkað kanning viðvíkjandi viðføddum evnisbroytingarsjúkum.? Á donskum eitur kanningin: ?Udvidet screening for medfødte stofskiftesygdomme?. Nøvnini í sær sjálvum siga kanska ikki so øgiliga nógv, men kanningarnar eru sum so ein útvíðkan av teimum kanningum, sum í løtuni verða gjørdar av nýføðingum í Føroyum. Í løtuni verða blóðryndir tiknar frá hælinum 3. dagin á nýføðingum. Hesar royndir verða nýttar til at kanna fyri tríggjar sjúkur, sum eru Phenyl Keton Uri, viðføtt niðursett stoffskifti og viðfødda toxoplasmosu. Nýggju kanningar fara at merkja, at blóðroyndirnar verða nýttar til at kanna 20 aðrar sjúkur. Tað er eisini Statens Serum Institut, sum stendur fyri tí kanningararbeiði, ið verður gjørt í løtuni.
- Kanningin verður gjørd fyri at fáa greiði um kanningar viðvíkjandi viðføddum evnisbroytingum hjá nýføðingum, eiga at verða víðkaðar, sigur Vísindasiðseminevndin.
Harðar treytir
Tað verður ein danskur stovnur, sum kemur at standa á odda fyri kanningunum. Tað er Statens Serum Institut, ið fer at standa fyri kanningunum. Tað er at skilja soleiðis, at Statens Serum Institut hevur vent sær til Vísindasiðseminevndina.
Tað verður Henrik Simonsen, deildarlækni á Statens Serum Institut, ið kemur at standa á odda fyri verkætlanini. Verkætlanin fer at væntandi at spenna seg yvir eitt ár og byrjað verður 1. august. Slíkar kanningar verða eisini gjørdar í Danmark.
Henrik Simonsen og hansara fólk sleppa heldur ikki at spæla sær, sum tey vilja. Vísindasiðseminevndin ásetur nakrar treytir, um teir skulu geva loyvi.
- Vit hava ásett nakrar greiðar treytir viðvíkjandi kanningunum. Ein av hesum treytunum er, at ein føroyskur lækni skal vera við, sigur Høgni Djurhuus, formaður í Vísindasiðseminevndini. Tað verður Odmar Færø, yvirlækni, sum kemur at vera ábyrgdarlækni í Føroyum.
Høgni Djurhuus sigur, at føroyingar nýtast ikki at vera bangnir fyri, at allar blóðroyndirnar gerast partur av donskum goymslum, tí í loyvinum hevur siðseminevndin tryggja sær, at royndirnar verða goymdar í Føroyum ella verða burturbeindar, tá kanningin er liðug. Enn eru tó ongar umstøður til at goyma tílíkt í Føroyum.
-Mammurnar hjá nýføðingunum hava fullan rætt til at noka, at børn teirra verður við í kanningunum. Samstundis ber til at taka seg burturúr kanningini til eina og hvørja tíð og uttan nakra grundgeving, sigur Høgni Djurhuus.
Neyðugt við slíkum kanningum
Kanningar innanfyri mannagransking hava seinastu tíðina javnan verið at hoyrt um. Hetta evnið hevur veruliga fingið bein at ganga á í Føroyum. Mitt í rokanum er Vísindasiðseminevnd Føroya. Nevndin hevur myndugleika til at geva loyvi til verkætlarnir, men er ikki eitt ?Etisk Råd?, sum vit kenna úr eitt nú Danmark. Fleiri føroyingar hava verið bangnir fyri, at eitt møguligt ríkidømi, innan gransking í føroyskum blóði og genum, fer av hondunum hjá føroyingum. Blóð frá føroyskum nýføðingum hevur í nógv ár verið goymt í Danmark, og føroyskar eins og danskar mammur hava ikki verið spurdar, um blóðið kann goymast. Hetta seinasta árið hevur verið møguligt hjá nýklaktum mammum at seta ein eyka kross, um tær vilja, at blóðið skal goymast.
-Eg meti tað vera neyðugt, at vit í Føroyum eru við í tílíkum arbeiði . Hetta kann siga okkum, um tað lønir seg at kanna hesar sjúkurnar víðari, sigur Høgni Djurhuus.
Í royndartíðini verður tað Statens Serum Institut, sum kemur at bera allan kostnaðin av hesari verkætlan. Tað kann í hesum sambandi skoytast uppí, at kostnaðurin á teimum blóðroyndum, sum verða gjørdar nú, er einar 100.000 kr. um árið.