Fara at gera biogassverk í Havn

Tað verður slóðbrótandi fyri landbúnaðin og fer at bøta um umdømið hjá alivinnuni

 

Ætlanin er nú at byggja eitt biogassverk í Havn. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt t geva felagnum, P/F Salmon Protein, forkeypsrætt til eitt stykki upp á 20.000 fermetrar á Skarðshjalla í Hoyvík. Forkeypsrætturin er galdandi í tvey ár, so fellur tað aftur til kommununa.

 

Ætlanin er at byggja eitt biogassverk sum skal taka ímóti slógvi frá alivinnuni og virkið skal eisini taka ímóti neytamykju. Ætlanin er so, at bøndur skulu fáa mykjuna aftur sum avgassað tøð, og sostatt kunnu teir taða oftari, uttan at tað fær avleiðingar fyri náttúruna, soleiðis sum tæðingin annars hevur.

 

Men burtur úr tilfarinum, sum verður viðgjørt og avgassað, verður hiti vunnin, sum skal latast Fjarhitafelagnum, umframt at at tað fer at veita streym til SEV. 

 

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at talan er sostatt um eina slóbrótandi ætlan fyri landbúnaðin, samstundis sum hon fer at geva okkara alivinnu betri umdømi uttanlands við tað, at hon kann vísa á, at eisini burturkastið verður gagnnýtt til at gera streym burtur úr.

 

Við at byggja nevnda biogassanlegg fáa alarar tann fyrimun, at teir sleppa av við lívrunnið burturkast, samstundis sum bøndur sleppa av við sítt avfall. 

 

Les meiri um ætlanina her: Fáa streym til 1000 hús úr mykju og slógvi