Fara at framleiða viðskera til føroyska og útlendska marknaðin

- Vit hava gjørt ymiskar royndir úr ymiskum fiskasløgum og eru komnir eftir, at vit í fyrsta lagi fara at framleiða trý sløg av viðskera; hvítleykspylsu, karry-pylsu og bbq-pylsu. Aftrat hesum fara vit at hava eina hjáframleiðslu av nútímans knettum og frikadellum í tarmi, sum verður klárt at koyra á pannuna ella í grýtuna, sigur Jan E. Petersen á JetFood

Nýggj framleiðsla

Leirvík hevur í nógvar mátar verið undangongubygd, tá ið ræður um vinnu. Í gomlum døgum, tá ið lítið virksemið var um landið og lítið var at vinna til lívsins uppihald, var eina frægast vorðið í Leirvík.
Hetta veit søgan um at siga.
Tað eru eisini leirvíkingar, sum í nýggjari tíð hava skapt vinnu burtur úr gulllaksi, og tað eru leirvíkingar, sum hava skapt vinnu burtur úr høvdum.
Á Vinnudegnum 2005 varð Høvdavirkið í Leirvík, sum fær sína orku til turking frá brennistøðini á Hagaleiti, kosið at vera ársins virki.

JetFood
Nú eru aftur lunnar lagdir undir eina nýggja og ótraditionella vinnu í Leirvík.
Tað eru teir báðir, Jan E. Petersen og Eli Eltør, sum saman við gulllaksavirkinum, Tavuni, hava stovnað felagið, JetFood.
Jan og Eli eiga helmingin av partapeninginum í felagnum, og Tavan eigur hin helmingin.
JetFood hevur leigað seg inn í hølir hjá Tavuni, og grundarlagið undir framleiðsluni er gulllaksur.
Nýggjur útbúnaður er settur upp á virkinum, og Norðoya Sparikassi hevur fíggjað verkætlanina.
Fiskimálaráðið hevur stuðlað felagnum við keypi av útbúnaði, og tað er Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað verkætlanina.

Fiskapylsur
Verkætlanin, sum Jan og Eli eru farnir undir saman við Tavuni, byggir í fyrsta lagi á at framleiða fiskapylsur burtur úr gulllaksafarsi.
Jan, sum hevur útbúgving í marknaðarføring, sigur, at talan í fyrsta lagi verður um trý sløg av fiskapylsum til viðskera.
- Vit hava gjørt ymiskar royndir úr ymiskum fiskasløgum og eru komnir eftir, at vit í fyrsta lagi fara at framleiða trý sløg av viðskera; hvítleykspylsu, karry-pylsu og bbq-pylsu. Aftrat hesum fara vit at hava eina hjáframleiðslu av nútímans knettum og frikadellum í tarmi, sum verður klárt at koyra á pannuna ella í grýtuna.
Hann sigur, at tað verður ikki fiskasmakkur, sum fer at eyðkenna viðskeran, men tann smakkur, sum lagdur verður í hvørja av hesum einstaku pylsunum.
- Vit hava havt ein kendan danskan sjónvarpskokk og ein slaktara tengdar at hesi verkætlan, sigur Jan.

Góðar ábendingar
JetFood hevur eitt nú verið á matvørumessu í Herning við fiskapylsunum, og teir hava eisini verið í Ungarn. Haraftrat eru royndir farnar umborð á skip sum proviantur, eins og Miklagarður í SMS og matvøruhandilin hjá Óla Langgaard í Klaksvík í eina tíð hava havt pylsurnar í diskunum. At enda hava eisini onkrar matstovur, stórkøkar og stovnar roynt viðskeran.
- Tær ábendingar, vit higartil hava fingið um dygd og smakk, eru sera góðar, og tí eru vit sera spentir upp á hesa verkætlan, sigur Jan.
Tað verður Poul Michelsen, heilsøla, sum kemur at standa fyri søluni í Føroyum, og seinni í hesum mánaðinum verða so tey trý sløgini av fiskapylsu  skorin og pakkað - at fáa í matvøruhandlum kring landið.

Samstarv
Jan E. Petersen sigur, at sjálv framleiðslan av fiskapylsuni, knettum og frikadellum fer fram í Leirvík, men skeringin og pakkingin av viðskeranum verður í Danmark, har JetFood hevur fingið í lag samstarv við ein dugnaligan framleiðara og útbjóðara.
- Vit fara soleiðis at senda lidnu framleiðsluna til Danmarkar til skeringar og pakkingar, og haðani verður hon seld á danska marknaðinum. Tann parturin, sum eftirspurdur verður í Føroyum, kemur so heimaftur  ikki sum donsk framleiðsla, men sum føroysk framleiðsla hjá JetFood.
Hann leggur dent á, at JetFood ikki á nakran hátt sleppir framleiðsluni upp á "fjall"  um man so kann siga, hóast skering og pakking verður gjørt í Danmark.
- Vøran verður seld í Danmark sum føroysk framleiðsla undir okkara navni og vørumerki, sigur hann.

Heilsugóður kostur
JetFood hevur frá fyrsta degi lagt seg eftir, at framleiðslan skal liva upp til altjóða krøv, har reinføri er í hásæti, og har alt er fyriskipað í samstarvi við heilsumyndugleikarnar á økinum.
Jan leggur stóran dent á, at viðskerin hjá JetFood í allar mátar er heilsugóður kostur við ongum tilsetanarevnum av sonevnda e-slagnum. Viðskerin er eisini gluten-fríur, og soleiðis hevur eisini verið hugsað um tey, sum kunnu vera ovurviðkvom. Nakað av feitti er í viðskeranum, men hetta er fiska-og plantuolja.
- Vit hava merkt, at stórur áhugi er fyri hesi framleiðslu, bæði tí, at hon er nýggj á marknaðinum og tí, at hetta er heilsugóður kostur
Jan sigur, at gulllaksurin er sera væl egnaður til nýggju framleiðsluna í Leirvík, bæði tí, at bindievnið er gott og tí, at hetta er ein rávøra, sum vit hava upp á hondina alt árið.
- Sesongin við gulllaksinum er í summarhálvuni, men síðan hava vit frystan blokk alt árið, sum er eins væl egnaður í framleiðsluni sum vøran, ið ongantíð hevur verið fryst, sigur Jan E. Petersen.