Leygardagin verður aftur fiskikapping í Norðoyggjum. Hetta er fiskikappingin, sum skúlaskipið, Dragin, skipar fyri. Streymurin verður góður og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnorðingi og norði, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar, siga fyrireikararnir.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum frá klokkan kl. 7.30, við Varpabrúnni og bátarnir skulu vera aftur klokkan fimm. Tá ið bátarnir eru afturkomnir, verður fiskurin lagdur upp við Fiskamamarknaðin og har verður eisini høvið hjá fólki at keypa sær eitt kók av feskum. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til Dragan.
Bátarnir, sum fáa mest, og báturin, sum fær tann størsta fiskin, fáa allir gávukekkar upp á ímillum 4.000 og 2.000 krónur. Somuleiðis verður lutakast ímillum allar hinar bátarnar um ein kekk upp á 2.000 krónur. Tað eru tær stóru fyritøkurnar í Klaksvík, Christian í Grótinum og JFK, sum lata vinningarnar, tilsamans fimm kekkar upp á tilsamans 13.000 krónur.