- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um íbúðarbygging á Toftum, og nú hevur samtakið, Sp/f Vist 09, sum annars hevur bygt 42 íbúðir í Runavík, fingið prinsipielt byggiloyvi frá Nes kommunu til slíka bygging.
Tað sigur stjórin í byggivirkinum KBH, Helgi Johannesen.
- Vit hugsa okkum, at íbúðirnar verða bygdar innanfyri eldrasambýlið Vesturskin á Toftum og niðan móti vegnum oman fyri - við sera góðum útsýni, leggur hann aftrat.
Byggivirkið KBH hevur verið og er framvegis partur av stórari íbúðarverkætlan í Runavík. Tað er eitt samtak undir Sp/f Vist 09, sum feløgini, KBH, Fuglark og Falkon Entreprenørar, eiga, ið stendur fyri hesi bygging. Tað er soleiðis Sp/f Vist 09, ið er byggiharri og sum selur íbúðirnar.
Stjóri í felagnum er Andreas Andreasen.
Helgi Johannesen, stjóri í KBH, sigur, at verkætlanin í Runavík tilsamans fevnir um 42 íbúðir, harav fólk nú búgva í teimum 34. Átta íbúðir eru eftir at byggja. Tær verða lidnar í summar, og allar eru seldar.
Í íbúðarverkætlanini í Runavík er talan um fimm blokkar tilsamans, har 8-10 íbúðir eru í hvørjum blokki. Gøturnar, sum íbúðirnar liggja við, kallast Æðugøta og Blikagøta. Tær fyrstu íbúðirnar vórðu lidnar í 2008, tá tey fyrstu fluttu inn.
Stjórin í KBH sigur, at byggifyritøkan hevur fingið fleiri fyrispurningar um slíka íbúðarbygging á Toftum, og nú hevur samtakið, Sp/f Vist 09, eisini fingið prinsipielt byggiloyvi frá Nes kommunu til slíka bygging.
Helgi Johannesen vísir á, at ein fyrimunur við slíkari bygging eisini er, at kommunan sparir byggiøki.
- Í slíkum føri kunnu vit byggja einar 24 íbúðir á einum lendi, sum annars svarar til fimm vanlig grundøki.
Stjórin í KBH sigur, at tey, sum hava keypt íbúðirnar í Runavík, eru ungar barnafamiljur, støk í besta aldri og eldri, sum antin eru einsamøll ella búgva saman við hjúnarfelaga.










