Nú skal eitt nýtt sambýli byggjast í Havn til fólk við menningartarni og fjølbrekið.
Tað er endamálið við einum uppskotið, Eygunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.
Í fyrstu syftu er sambýlið ætlað teinum, sum nú búgva á Eirargarði og pláss verður fyri 18 fókum.
Samstundis eru ætlanirnar um at høvuðsumvæla Eirargarð slept.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at ætlanin er at brúka upp til 44 milliónir upp á hesa ætlanina, og heimið skal vera liðugt í 2022.
Afturat hesum heiminum, skulu eisini tvey sambýli byggjast í Suðurstreymoy, umframt heim til børn og ung við autismu, og nýtt Barnaheim. Og Eyðgunn Samuelsen sigur, at sostatt verða umstøðurnar í Suðurstreymoy munandi betri enn tær hava verið.