"Closed for Maintenance" er eitt átak, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
- Hesaferð verður arbeitt upp á gøtuna ávegis til Skarðs bygd. Átakið verður í døgunum 4.-6. mai í ár.
Í Kunoyar kommunu vísa tey á, at Felagið Skarðsbygd og Bygdasavnið Bríkin standa fyri arbeiðnum, og Norðoya Kunningarstova tekur sær av teimum sjálvbodnu.
- 12 sjálvboðin úr ávikavist Føroyum, Danmark, Ongland, Niðurlondum, Rumenia og Malaysia koma higar at gera arbeiðið saman við staðkendum arbeiðsformonnum.
Í Kunoyar kommunu siga tey, at fólkini, sum fara at fáast við gøtuna til bygdina á Skarði, fara at búgva í Kunoy hesar tveir dagarnar, og tey fáa mat úr Haraldssundi.
Lagt verður aftrat, at tað er Kunoyar kommuna, sum hevur ábyrgd av verkætlanini.