Fara at byggja ein skúr-býling í Klaksvík til 50 fólk

Tað fer at geva Klaksvík góðar inntøkur

Myndina tók Pól Sundskarð

Nú skal ein býlingum av skúrum setast upp í Klaksvík, sum skal hysa umleið 50 fólkum. Tað er Articon, sum hevur søkt kommununa um loyvi til at seta skúr-býlingin upp við tí endamáli at hýsa 50 fólkum, sum skulu vera við í arbeiðnum at gera tunlarnar Norður um Fjall.

 

Í hesum sambandi hevur Articon søkt býráðið um loyvi at leiga eitt stykki upp á 2.000 fermetrar norðan fyri Valrætt at seta skúrar á, har 50 fólk skulu búgva í eini trý ár ímeðan tunlarnir Norður um Fjall verða gjørdir. Talan er um eitt stykki, sum longu er grivið út til ein barnagarð, sum kortini ikki varð bygdur har. Skúrarnir skulu lýka krøvini í reglugerðini um bygging og tað skilst, at ætlanin er eisini at gera eitt sindur burtur úr útsjóndin

 

Býráðið sigur, at tað er ikki pláss fyri skúrunum í Árnafirði, og tí er ætlanin at seta hann upp í Klaksvík. Býráðið sigur, at leigan fyri økið verður 37.000 krónur um árið. Men sum heild siga tey, at hetta fer at síggjast væl aftur í kommunukassanum, tí við hesum fær Klaksvíkar kommuna eisini 50 skattaborgarar afturat í trý ár - umframt tann peningin, hesi 50 fólkini fara at leggja eftir seg í Klaksvík annars.

 

Málið varð viðgjørt á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið og varð spurningurin eisini reistur um, hvat skal gerast við skúrarnar, tá ið arbeiðið er liðugt, og arbeiðsfólkið flytur út. Har varð tosað um, at býráðið átti at ogna sær skúrarna og brúkt teir til eitthvørt endamál. Eitt nú fer tørvurin á dagstovnum til børn at veksa munandi, so tað kundi verið ein møguleiki at brúkt skúrarnar til.

 

Býráðið samtykti annars einmælt at leiga Articon umrødda stykkið til at seta skúr-býlingin á.

 

Myndina tók Pól Sundskarð