Øðrvísi íbúðarbygging
Tey, sum ikki vilja hava eini stór og dýr sethús, men heldur vilja hava ein bíligari og øðrvísi bústað í Suðuroy ístaðin, kunnu nú liggja framvið.
Tí nú fer eitt felag undir umfatandi íbúðarbygging á Tvøroyri av húsum og íbúðum.
Tað er Pade Thomsen, sum er ein av stigtakaranum til ætlanina og hann sigur, at ætlanin er at byggingin skal fara fram í tveimum byggistigum.
Í fyrra byggistigi verða 19 hús. Men á sama øki er pláss fyri upp til 32 húsum afturat, sum kunnu byggjast í næsta byggistigi.
Men, hvussu nógv av húsunum í øðrum byggistigi verða bygd, veldst alt um áhugan.
Saman við øðrum hevur Pade Thomsen keypt Heiðatrøðina sum liggur ímillum gamla og nýggja vegin innaliga á Tvøroyri, áleið niðan av bedingini og bakaríðnum hjá Gaard. og tað er á hesum stykkinum, at nýggi býlingurin á Tvøroyri skal vera.
Hann sigur, at talan verður bæði um tvíhús og um einstøk hús. Húsini verða bygd í tveimum støddum, tí fólk kunnu velja ímillum hús uppá 75 fermetrar og hús upp á 103 fermetrar.
? Men øll húsini eru í tveimum hæddum við brandgólvið ímillum, so hvørt húsið kann lættliga gerast til tvær íbúðir.
Pade Thomsen sigur, at felagið, sum skal byggja húsini, hevur fingið tilsøgn um byggiloyvi frá kommununi og hann sigur, at ætlanin er at seta spakan í um einar tveir mánaðir.
? Vit hava sett okkum sum mál, at øll húsini í báðum byggistigunum skulu verða liðug tann dagin, nýggja suðuroyarferjan stevnir inn á Trongisvágsfjørð á fyrsta sinni og tað verður á heysti 2004.
Hann sigur, at talan verður um hús, sum fólk eiga og sostatt hava fult ræði á. Men ætlanin er eisini at stovna eitt eigarafelag, sum leggur tær stóru linjurnar fyri, hvussu farast skal fram, eitt nú, tá ið garðar verða bygdir o.s.fr. Aðrastaðni, eisini í Føroyum, er tað vælkent at hava eigarafeløg.
Kappingarførir prísir
Pade Thomsen sigur, at húsini verða seld fyri sera kappingarførar prísir.
?Tey minnu húsini kosta 700.000 krónur og tey størru kosta 900.000 krónur. Men av tí at hvørt hús lættliga kann gerast til tvær íbúðir, ber eisini til at selja hvørja íbúð sær.
Orsøkin til, at húsini kunnu seljast so bíligt, er, at tá ið so nógv tilfar verður bílagt í einum, ber til at fáa stóran mongdaravsláttur, samstundis sum tað ber til at fáa góð tilboð upp á sjálva byggingina.
Harafturat eru møguleikarnir fyri at fáa lagaliga fígging, nógv størri, tá ið talan er um at byggja so nógv hús í einum, sum tað her er talan um.
Samstundis er talan um eitt slag av fígging, har gjaldið verður lutfalsliga lágt tey fyrstu árini, tá ið fólk hava børn og hava mest brúk fyri pengunum, samstundis sum afturgjaldingartíðin er nakað longd.
Pade Thomsen sigur, at teir hava avtalað fígging við danskar peningastovnar, men eru føroyskir stovnar, sum kunnu veita líka lagaliga fígging, verður tosað við teir.
Hann sigur, at hóast talan er um bílig hús, verða tey avgjørt ikki verri, enn tey hús, vit eru von at byggja í Føroyum.
? Tað er ein danskur arkitektur, sum hevur teknað húsini, men hann hevur bygt hús í Føroyum áður og er kunnugur við tey serligu viðurskifti sum eru í Føroyum viðvíkjandi vindi og veðri og húsini lúka øll krøv, sum verða sett til bygging her á landi.
Hann leggur afturat, at tað verða bara føroyskir handverkarar, sum skulu byggja húsini.
Stórur áhugi
Pade Thomsen sigur, at hóast teir enn ikki eru farnir at selja íbúðirnar, hava fólk frætt um ætlanina og longu nú er sera stórur áhugi fyri at ogna sær eitt av hesum húsunum.
? Vit hava longu havt einar 15 fyrispurningar, so tað kann ikki sigast annað enn at áhugin er stórur.
Hann sigur at talan er ikki bara um fólk av Tvøroyri, sum hava spurt segt fyri.
Talan er bæði um ung fólk, men eisini um pensjoinistar, sum hava víst áhuga.
Pade Thomsen vísir eisini á, at talan er um íbúðir, sum kunnu hava áhuga hjá nógvum ymsum bólkum í samfelagnum.
?Vit hava hús til vanlig húski við børnum, men vit hava eisini hús ella íbúð til fólk, sum hava brúk fyri onkrum minni at búgva í, eitt nú pensjonistar, fólk, sum lesa, ella onnur.
At tað verða so ymsir bólkar, sum koma at búgva saman í einum býlingi er ein stórur fyrimunur fyri trivnaðin í býlinginum.
Pade Thomsen leggur afturat, at øll húsini eru bygt soleiðis, at tað ber eisini til hjá brekaðum at búgva í teimum.