Fara at bryggja bæði whisky og ginn í Kvívík

Nú bjóða teir fólki at vera við í ætlanini

Hetta síðsta árið hevur føroyska whisky íverksetarafelagið, Faer Isles Distillery, havt royndarframleiðslu av whisky og ginni á granskarasetrinum, iNova, í Havn. 

Nú verður farið eitt stigið víðari, tí nú er ætlanini at fara undir vinnuliga framleiðslu, sigur ein av oddamonnunum í Faer Isles, Dánjal Hoydal.

Í tí sambandi bjóða teir nú fólki til at stovna føroyska whisky distillaríið.

Teir siga, at í Føroyum eru allarbestu umstøður at búna whisky, tí er her vátt og tað er nógv salt í luftini, men samstundis hava vit eitt støðug veðurlagnum.

##med2##

Í Ginninum frá Faer Isles verður bara føroyskt tilfari brúkt, bæði hvonn og baraldur, og sum nakað heilt serstakt, verður eisini tari brúktur í ginninum – og nettupp tað verður eitt avgerandi sereyðkenni hjá hesum ginninum, tí tað er rættiliga óvanligt at gera ginn við tara í.

Dánjal Hoydal sigur, at samstundis eru teir farnir undir at fyrireika arbeiðið at byggja eitt distillarí Norðuri á Brúnum í Kvívík.

– Avtala er gjørd við hagastýrið um at keypa jørðina, og tekningar eru gjørdar, sum vísa goymsluhøli, framleiðsluhøli og eitt móttøkuhøli fyri vitjandi á náttúruvakra staðnum.