Fara at breiðka bryggjukantin í Vágsbotni

Arbeiðið at breiðka bryggjukantin í Vágsbotni frá sølubásunum og umleið 60 m suðureftir, er nú byrjað.

Bryggjan verður breiðkað tríggjar metrar og arbeitt verður frá sølubásunum og úteftir, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið.  

Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum. Botnurin verður planeraður við maskinu, sum stendur á bryggjukantinum.

Nýggi bryggjukanturin verður gjørdur við betongelementum, sum ein krani setur niður.

Timbur verður lagt omaná bryggjuna, so útsjóndin verður tann sama, sum á bryggjuni frammanfyri sølubásarnar.