Hovstunnil
Í september byrjar arbeiðið at bora tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Nú verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar í sambandi við arbeiðið og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at arbeiðið skal bjóðast út og tað verður tað í vár.
Fyrst í juli verður klárt at rigga arbeiðsplássið til og at grava omanav og fyrst í september verður so klárt at fara undir sjálvt boriarbeiðið.
Landsstýrið hevði ætlanina um tunnil ímillum Øravík og Hov til viðgerðar týsdagin og tilfarið er nú sent politisku flokkunum til hoyringar.
Bjarni Djurholm væntar, at ein verklagslóg verður løgd fyri løgtingið um einar 14 dagar. Tað er ein lóg, har løgtingið gevur landssýrismanninum heimild at fara undir verkætlanina innanfyri ávísar karmar.
Hann sigur, at í verklagslógini fer hann at biðja løgtingið um heimild til at brúka upp til 150 milliónir krónur til tunnilsarbeiðið og vegagerð í sambandi við tunnilin.
Tá ið hann hevur fingið hesa heimildina frá løgtinginum, kann hann sostatt gera avtalur í sambandi við arbeiðið.
Tað fer at taka tvey ár at gera tunnilin og hann verður sostatt liðugur í 2007.
Verður 2437 metrar langur
Á fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir settar av til arbeiðið. Fer tunnilin at kosta 150 milliónir, verður neyðugt at seta 75 milliónir av til Hovstunnilin. Í 2007 verður sostatt neyðugt at seta 44 milliónir av. Verður tunnilin bíligari, minka játtanirnar tilsvarandi, men tað stóra takið verður í øllum førum á fíggjarlógini fyri 2006.
Forprojektið til tunnilin og vegirnar er gjørt. Tilsamans verður tunnilin 2437 metrar langur og harafturat skulu 2240 metrar av vegi gerast av nýggjum ella broytast. Sostatt er fevnir verkætlanin um 4677 metrar av tunli og vegum tilsamans.
Í Øravík verður innslagið til tunnilin í Tjaldarvíksbrekkum, og Hovsmegin verður tað undir hamarinum við Torvsheygg, tað eru einar 200 metrar í ein útnyrðing úr har landsvegurin fer um Hovsá.
Tunnilin er ein "T 9,5 tunnil". Í neðra er tunnilin 9,5 metrar breiður og koyribreytin er 7 metrar. Atkomuvegirnir eru 7 metrar breiðir við 1,25 metra breiðari vegøksl á hvørjumegin. Hovsmegin kemur vegurin í einar 450 metrar frá munnanum.
Kortini kunnu smá frávik gerast í ætlanini, verður tað mett at verða skilagott.
Bjarni Djurholm sigur, at tað fer at kosta nakað av pengum at røkja nýggja tunnilin, men afturfyri
verða útreiðslur spardar til vegin sum nú er.
Tilsamans verður talan um ein eyka kostnað upp á einar 200.000 krónur um árið. Neyðugt verður sostatt hækka játtanina til Landsverk 200.000 krónur, røktin av landsvegakervinum annars ikki skal versna.
Hnvegin væntar landsstýrismaðurin, at fíggjarliga fer tunnilin at hava góða ávirkan á kommunurnar í Suðuroy, tí at hann fer at føra til meiri virksemi í oynni. Somuleiðis fer tunnilin at hava góða ávirkan vinnuna í Suðuroy.
Samstundis verður tunnilin ein bati fyri umhvørvið, tí teinurin at koyra verður eitt sindur styttri. Harafturat liggur tunnilin væl lægri enn vegurin, sum nú er og tí fer nýtslan av brennievni at minka nakað.
Og landsstýrismaðurin væntar eisini, at hann verður ein bati fyri ferðslutrygdina.
Tikið fleiri ár
Sostatt hevur tað tikið fleiri ár frá tí at ætlanin um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov kom í eygað, til nú, tunnilin verður boðin út.
Tað var longu í seinnu helvt av nítiárunum, at jarðfrøðiligar kanningar vórðu gjørdar í økinum, eisini royndarboyringar og seismiskar kanningar.
Útfrá tí var ein farleiðin funnin, har tað var frægast at leggja tunnilin.
Í 2001-2002 vórðu tunnil og vegateinar báðumegin við projekterað, og ætlanin var at gera inntøkini í 2002, men hetta varð av ongum.
Her var talan um ein tunnil sum liggur væl longri uppi í hæddunum enn tunnilin, sum nú skal gerast.
Men áðrenn gongd kom á arbeiðið aftur í 2003, varð tankin reistur um eina nýggja linjuføring væl lægri í lendinum, men tað er í einum lendi, sum jarðfrøðiliga er trupult.
Og av tí at henda linjuføring samfelagsliga og ferðslutekniskt liggur betri og av tí at tøknin er nógv ment, varð avgjørt at kanna nýggju linjuføringina í samstarvi við jarðfrøðingar og aðrar ráðgevarar.
Neyðugar forkanningar og metingar vórðu gjørdar í nýggja økinum í 2004, og úrslitið er so tann linjuføringin, sum tunnilin nú skal gerast eftir heilt niðri í láglendinum, so at vit sleppa undan eini drúgvari brekku, sum mangan er ótespulig um veturin, tá ið kavi og ísur er á vegnum.
? Av tí at lendið niðri í láglendinum er so trupult, haldi eg, at tað var rætt at brúka tað neyðugu tíðina til at fyrireika arbeiðið tí tað var ein ávísur váði knýttur at einum tunli her. Men nú vit fara undir tunnilin, halda vit, at vit standa á so tryggari grund, sum tilber, sigur Bjarni Djurholm.
? Hetta er at hetta skuldi verðið ein stórur fyrimunur fyri Suðuroy tí tað fer at gera tað nógv styttri ímillum syðru- og norðaru helvt í oynni, leggur hann afturat.