Fara at biðja um eykajáttan til Strandferðsluna

Vinnumálastýrið heldur seg einki annað val hava uttan at biðja løgtingið um fleiri pengar til Strandferðsluna

Eyðun Klakstein


Tað er eingin onnur loysn á trupulleikunum á Strandferðsluni enn at lata stovnin fáa fleiri pengar.

Tað heldur Vinnumálastýrið, sum í løtuni fyrireikar eitt uppskot um eykajáttan til Strandferðsluna.

Málið hevur skund, og tí verður uppskotið lagt fyri tingið um stutta tíð.

? Tað er óheppið at skula biðja um eykajáttan, tá fíggjarlógin júst er samtykt, men vit hava einki val. Tað ber ikki til at loysa uppgávuna hjá Strandferðsluni við verandi játtan, sigur Hákun Steingrímson, leiðari á samferðsludeildini í Vinnumálastýrinum.

? Vit mugu tryggja SL nóg mikið av pengum til at gera umvælingar og at leiga skip, tí annars kann stovnurin ikki loysa sína uppgávu, sigur hann.

Enn er krónutal ikki sett á eykajáttanina, men Hákun Steingrímson roknar við, at upphæddin fer at liggja um sjey milliónir krónur.


Kanna stovnin

Løgtingið noktaði annars í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini at lata Strandferðsluni fáa 10 milliónir eyka í ár 2000.

Strandferðslan fekk tríggjar milliónir, og so varð lagt upp til, at stovnurin skuldi spara hinar sjey milliónirnar.

Men nú sleppa tingmenn enn einaferð at taka støðu til tær sjey milliónirnar, sum Strandferðslan manglar í ár.

? Saman við uppskotinum fara vit eisini at leggja eitt upplegg um, hvussu vit kunnu gera sparingar á Strandferðsluni. Trupulleikin er, at vit kunnu ikki gera so stórar sparingar eftir einum ári. Onkrar sparingar kunnu gerast beinanvegin, men nógvar krevja tíð, sigur Hákun Steingrímson.

Vinnumálastýrið ætlar at endavenda Strandferðsluni og lýsa øll viðurskifti á stovninum í eini nýggjari frágreiðing, sum væntandi verður gjørd í ár.

Men hvørki hendan frágreiðing ella viljin til at gera sparingar fáa loyst trupulleikarnar á Strandferðsluni, sum gerast alt meira átrokandi. Fleiri pengar mugu játtast til stovnin, heldur Vinnumálastýrið.