Aftur í ár fer Bragdið, sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Havn, at skipa fyri sermerkta tiltakið, Top Run.
Tað er tiltakið, har tey renna úr Kollafjarðardali heilt niðan á Sornfelli og í kappingin verður nú seinnapartin leygardagin klokkan 16.
Tey í Bragdinum siga, at hjá nógvum man hetta vera ein tann harðasti rennitúrurin av øllum, tí hóast talan bara er um eina brekku, er hon rættiliga drúgv, heilar 9,8 kilometrar. Og brekkan er eisini nakað brøtt, tí Sornfellið er 749 metrar høgt.
Tey, sum melda til, fáa startnummarið á Effo støðini í Kollafjarðardali og fer eisini at bera til at leggja skiftiklæðir í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Tá ið rennararnir eru komnir á mál uppi á Sornfelli, sleppa tey inn í hølini, har heiðursmerki verða handað og rennararnir fáa ein drekkamunn, og har fer eisini at bera til at lata seg í turr klæðir.
Myndin er frá tiltakinum eitt annað ár.