Fara aftur á hávaveiðu í ár

Luttøkan við Shark Atlantic í fjør var so mikið góð, at kappingin verður endurtikin í ár.

Henda háva-kappingin byrjar 1. februar í ár og heldur fram til 31. januar næsta ár. Í ár verður vónað, at veðrið hilnast betri enn í fjør.

Tann størsti hávurin varð fingin tann fyrsta leygardagin í november í fjør, tá Flemming Gullaksen saman við Bjarta Nattestad Petersen fingu ein hemara norður úr Borðuni.

Teir høvdu bara einaferð á og tað var rimmarfast beinan vegin. Teir bardust við hann i ein tíma og 40 minuttir, áðrenn hann kom at borði. Vektin var 183 kg.

Hesin hemari vísti seg at vera tann drúgvasti í kappingini. Bara ein annar hemari varð fiskaður. Henda fingu Heini Weihe saman við Jóannes Gaard. Hann vigaði um 100 kg. og kundi sostatt tí ikki kappast við risan hjá Flemmingi.

At kappingin varir eitt heilt ár skapar eisini møguleikar hjá monnum, sum arbeiða partar av árinum uttanlands og sigla, at luttaka..

- Tað at kappingin eisini ferð at koyra um summarið, kann uttan iva gera sítt til at útlendingar koma at luttaka enn meira.