Eftir at hava verið avlýstur í tvey ár, ferð Norðurlandahúsið nú aftur at skipa fyri festivali fyri børn og ung. Tað er festivalurin, sum nú hevur fingið navnið, Frítt Flog og hesa ferð verður hann í døgunum frá 28. mars til 6. apríl og tilsamans eru yvir 50 tiltøk til børn og ung á skránni.
##med2##
Tey, sum fara at framføra í ár eru svenskir sirkusleikarar, dansarar úr Íslandi og Sveis, sjónleikarar úr Danmark ig sniðgevarar úr Finnlandi. Úr Føroyum koma sangbólkurin, Kata, umframt ein rúgva av børnum frá Tórshavnar Musikkskúla, leirkaféin Elva og sjálvandi eisini Føroya Symfoniorkestur.
##med3##
– Barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri eru eitt av hæddarpunktunum á várinum í Norðurlandahúsinum. Í ár frumframføra tey nýggju tónleikasøguna, Apollonia, sum byggir á bókina hjá Edwardi Fuglø við sama heiti. Súsanna Tórgarð hevur lagt søguna til rættis og Magnus Johannessen hevur skrivað tónleikin, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Yvir 5000 børn og ung plaga at vitja festivalin hvørt ár, og Norðurlandahúsið vónar at síggja líka nógv í ár, sigur Norðurlandahúsið.













