Fara aftur at sigla og koyra - næstan sum vanligt

Nakrar avmarkingar verða framvegis í siglingini hjá Strandferðsluni og koyringini hjá Bygdaleiðum

Eftir at virksemið hevur verið nógv avmarkað í einar tveir mánaðir í sambandi við korona, fara skipini hjá Stradferðsluni, og bussarnir hjá Bygdaleiðum, nú aftur at koyra eftir teirri vanligu ferðaætlanini.

Tað verður leygardagi, 9. mai, at siglt og koyrt verður aftur sum vanligt – ella næstan sum vanligt, tí tað verða onkrar avmarkingar.

Smyril fer kortini ikki at sigla fyrsta túrin av Havnini sum hann plagdi, men av Krambatanga.

Og talið á ferðafólki verður framvegis avmarkaði, og tilmælini um frástøðu skulu haldast. Tað merkir, at skipini taka bert ein brotpart av tí ferðafólkatali, tey annars hava loyvi til at sigla við.

Tað merkir eisini at við teimum stóru bussunum hjá Bygdaleiðum sleppa níggjuferðafólk, við teimum miðalstóru bussunum sleppa fimm ferðafólk og við teimum smáu bussunum sleppa bara trý ferðafólk.

Men fyri at sleppa við bussunum, skal ringjast á Strandferðsluna dagin fyri at biðja um pláss og tað ber bara til at rinda ferðaseðil við SSL-kortinum.