Tað eru framvegis trupulleikar við drekkivatninum á heimasta parti av Velbastaðvegnum í Havn og á Argjavegnum, og Tórshavnar kommuna hevur nú tikið avgerð um at klora vatnið aftur.
Farið verður undir at lata klor í vatnið klokkan 14 í dag, og hetta kann geva vatninum gulligan lit og ringan smakk, sigur kommunan.
Tað er nú næstan ein mánaður síðani, at vatnmeistarin staðfesti koliformar bakteriur í drekkivatninum og mælti til at kóka drekkivatnið.
Hóast økið við dálkaðum vatni er minkað nógv, síðan upprunaliga dálkingin varð staðfest, er tað framvegis ikki eydnast kommununi at koma trupulleikanum til lívs.