Hósdagin verður aftur farið at koppseta fólk kring landið fyri koronu. Tað hendir nú Sjúkrahúsverkið hevur fingið váttan fyri, at mikudagin fáa ein eina stóra sending av koppingarevni. Talan er um 6.500 skamtar av koppingarevni, og enn sum áður er tað koppingarevnið av slagnum Pfizer/Biontech.
Koppsetingin verður tikin uppaftur hósdagin á teimum trimum sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið sigur, at slakur helmingurin av koppingarevninum fer til at koppseta fólk, sum hava fingið ta fyrru sproytuna og hin helmingurin fer til tey, sum skulu hava ta fyrru sproytuna.
Tað eru framvegis tey, sum eru yvir 55 ár, sum kunnu bíleggja sær tíð til koppseting.