Fara aftur at kjakast um løgmansrøðuna

Løgtingið fer aftur at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í dag. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin. Aftaná orðaskiftið í gjár er greitt, at tað er ikki semja í samgonguni.

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, vísti millum annað á, at tað er sera óheppið, at løgmaður hevur tikið mál við í røðuna, sum ikki eru viðgjørd í samgonguni. Hann tekur heldur ikki undir við ætlanunum hjá Rósu Samuelsen at flyta búfólkini frá sambýlunum til nýbygdu ellis- og røktarheimini.

Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er samdur í Alfredi Olsen.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, vísti á, at Fólkaflokkurin kann ikki taka undir við at niðurlaga sjómannafrádráttin og at áseta tilfeingisgjald, sum løgmaður nevndi í ólavsøkurøðuni.

Ætlandi verður uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskimálum, um fiskidagar komandi fiskiár, og uppskotið hjá Tjóðveldi um bygnaðarbroytingar í fiskivinnupolitikkinum, viðgjørt í dag.