Í kvøld verður farið á bláman um allan heim.
- Roynt verður at seta nýtt met, so umráðandi er, at so nógvir kavarar sum gjørligt eru undir í senn.
Tað sigur Dávid Christiansen hjá Tórshavnar Froskmannafelag.
- Í ár verður kavið við bátabrúgvarnar í Kaldbaksbotni, og mælt verður til at møtast í seinasta lagi klokkan 19.45.
Lagt verður aftrat, at tey, sum fara at kava, skulu verða undir klokkan 20.14.
- Eftir tiltakið - umleið klokkan 21.30 - verður suppa at fáa í Sjósavninum, sigur Tórshavnar Froskmannafelag um Diversnight 2014.