Eg fari ikki at øsa meg um, at onkur føroyingur ger eina talvu, sum skal illustrera, hvussu kristiligir teir føroysku flokkarnir eru. Annað kunnu vit ikki vænta í Føroyum. Kanska er talan um ein forstýraðan fanatikara. Kanska um ein borgara, sum vil hava eitt sindur av humor inn í valstríðið, og sum spælir hund við Føroya fólki. Hvør veit. Higartil er einans upplýst, at ein privatpersónur stendur aftanfyri, og at ein føroysk fyritøka hevur fíggjað.
Innihaldið á lepanum øsir meg heldur ikki. Men tað, sum øsir meg, er Postverk Føroya, sum ber eitt slíkt pappír út í hvørt heim í Føroyum miðskeiðis í einum valstríði. Tað, sum øsir meg, er ein totalt ábyrgdarleysur stjóri, Sofus Clementsen at navni, sum á Rás 2 í gjár ikki tók frástøðu frá tilburðinum og ikki so mikið sum viðurkendi, at Postverkið hevur gjørt ein fatalan brølara.
Í staðin borðreiddi hann við eini jánkasligari útsøgn um, at “vit í framtíðini fara at endurskoða mannagongdirnar á økinum”, og at “vit ikki hava nakað fordømi”. Og tað, sum eisini øsir meg, er, at advokaturin hjá Postverkinum seinni í gjár rættvísgjørdi ein tilburð, sum er moralskt forkastiligur. Um eingin paragraff í viðkomandi lóg inniheldur greið krøv um, at slíkt tilfar SKAL hava ein avsendara, ja, so hava vit eitt stórt hol í lógini, sum má endurskoðast sum skjótast.
Eg eri ikki lógkønur og fari tí heldur ikki at meta um § 14 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001, har tað stendur, at Postverkið ikki skal bera út tilfar, sum er “ólógligt, ósømiligt ella æruskemmandi”, hóast eg ikki ivist í, at nógvir føroyingar meta tað vera bæði ósømiligt og æruskemmandi, at Postverkið ber út eitt pappír, sum bólkar flokkar og veljarar átrúnaðarliga. Sum um tað finst ein útgáva av kristindóminum. Men eg loyvi mær at gera ta niðurstøðu, at tá Postverkið fyrst ber út í hvørt heim slíkt tilfar og síðani noktar at upplýsa avsendara og ta fyritøku, sum rindar, og tað enntá mitt í einum valstríði, so hevur Postverkið mist alla etiska ábyrgdarkenslu.
Hvør er prinsipiella avleiðingin av hesum? Jú, hon er, at eg í morgin kann fáa Postverkið at bera mær ein faldara út, sum t.d. spillir ein flokk ella eitt valevni út, og sum er uttan avsendara. Niðurstøðan er, at nú kunnu fólk og dólgar í kardumummubýnum frítt fáa Postverkið at bera alskyns tvætl út í hvørt heim í Føroyum, uttan at nakar avsendari verður upplýstur. Hetta er sama orsøk til, at bløðini loksins blakaðu dulnevndu lesarabrøvini á øskudungan. Postverkið skuldi tikið við læru frá bløðunum.
Eg leggi lítið í juridisku frágreiðingina hjá løgfrøðinginum hjá Postverkinum, sum sigur, at Postverkið ikki hevur ábyrgd av, at navn skal kunna setast á avsendara. Hetta er og verður moralskt forkastiligt og birtir upp undir eitt skrivi- og talufrælsi, har avstumpaðir ræðuskítar stórtrívast.
Fortreytin fyri allari konstruktivari kjakmentan er, at vit vita, hvør tosar, skrivar ella á annan hátt ber sín boðskap fram, so vit kunnu plasera ábyrgdina og atfinningarnar, um vit hava nakrar. Men tað meta Sofus Clementsen og løgfrøðingur hansara ikki. Og tí haldi eg tað vera best, at Sofus fer heim at leggja seg eina løtu.
Síðulinjar er teigur, har blaðfólk á Sosialinum gera viðmerkingar í samband við løgtingsvalið.