- Eg vænti, at nógvur fiskur verður at fáa í vár, um várið fer at roynast til veður. Tað segði Sjúrður Joensen, útróðrarmaður á Skála við In.fo herfyri.
Sjúrður Joensen eigur útróðrarbátin Falkin, sum í løtuni rør út av Eiði. Línan verður egnd í einum skúri á Skála, og tað eru nakrir pensjónistar, sum hugagóðir standa og egna.
Falkurin hevur gjørt fleiri góðar útróðrardagar higartil í ár. Javnan hava teir ligið um 9.000 og 10.000 pund á 34 stampum, og tá seturnar hava verið størri, hava teir onkran dag fingið upp í góð 12.000 pund.
Á fýra fylgjandi setum á Mýlingsgrunninum í januar fingu teir tilsamans 41.000 pund, sum eisini er óføra góður fiskiskapur hjá einum glastrevjabáti.
Bestu setuna, sum Falkurin hevur gjørt higartil í ár, gjørdu teir í gjár, tá teir fingu heili 16.000 pund á 42 stampum.
So, orðini hjá Sjúrði Joensen um, at tað helst verður nógvur fiskur at fáa í vár, eru ikki tikin úr ongum, má av sonnum sigast.











