Tórshavnar Musikkskúli hevði um vikuskiftið Gallakonsertina 2005. Bo Isholm, leiðari á Musikkskúlanum, sigur, at tónleikur varð framførdur av nøkrum av teimum bestu og elstu næmingunum á skúlanum.
- Hetta var ein fantastiskur endi upp á skúlaárið, sigur Bo Isholm.
Musikkskúlin hevði fult hús. GHM og ungdómsorkestrið hjá Musikkskúlanum gingu saman í eitt orkestur, sum endaði konsertina.
- Endin á konsertini var sera væleydnaður, sigur Bo Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla.
Amatørsjónleikarar frá Dramaskúlanum í Sjónleikarahúsinum vóru eisini til staðar. Tey syrgdu fyri undirhaldi, tá skift varð millum orkestur.
- Sjónleikararnir knýttu okestrini sera væl saman, sigur Bo Isholm.
--
Myndatekstur: Musikkskúlin hevði fult hús, tá Gallakonsertin 2005 var um vikuskiftið