Hvat hevur tú at siga um árið 2013?
- Hin 1. januar 2013 tók eg við sum borgarstjóri í Nes kommunu, og hevur hetta sett sín serliga dám á 2013 fyri mítt viðkomandi. Persónliga hevur hetta verið eitt sera avbjóðandi og spennandi ár, og eg gleðist um at standa á odda fyri eini vælvirkandi kommunu og einum starvsfólkaliði, sum ger sítt ítarsta hvønn dag, borgarunum í Nes kommunu at gagni. Annars hevur tann politiska viðgerðin av ES-stongslinum, boykottinum frá russum og Eysturoyartunilinum fylt nógv í samfelagskjakinum, og vónandi fáa hesi mál eitt positivt úrslit, sum kemur at gagna føroyska samfelagnum í framtíðini, sigur Jóhannus Danielsen.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Eg haldi altíð nýggjár á Toftum saman við familjuni. Um midnáttarleitið fara vit til nýggjárshaldið, sum Tofta Ítróttarfelag aftur í ár skipar fyri á kajøkinum. Plagi at keypa nakað av fýrverki frá Tofta ítróttarfelag. Tað havi eg eisini gjørt í ár.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Nei, tað plagi eg ikki at gera.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Eg ynski, at tað má gangast væl hjá mínum nærmastu, og at heilsan hjá okkum øllum verður góð. Eisini ynski eg, at árið 2014 fer at roynast væl hjá øllum borgarum í Nes kommunu eins og øllum føroyingum og føroyska samfelagnum.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?
- Búskaparliga vænti eg eina lítla framgongd. Uppsjóvarvinnan og laksavinnan fer helst at verða á sama støði sum í 2013, meðan eg vóni, at tað fer at gangast eitt sindur betri hjá botnfiskavinnuni í 2014 enn í 2013. Vónandi finst greiða á revsitiltøkunum hjá ES og russum, og at gongd veruliga kemur á arbeiðinum við Eysturoyartunnilinum. Oljuleitingar verða í komandi ári, og tað fer at skapa nakað av virksemi. Tað hevði verið fantastiskt, um olja bleiv funnin í føroysku undirgrundini í 2014, sigur Jóhannus Danielsen.