»FANTASTISKT at vinna«

Róðurskvinnan á Knørri Linda Dam Jacobsen var ikki greið yvir, at tey høvdu vunnið, tá ið máldómarin lat skotið av. Munurin var nevniliga bert 3/25 partar millum fremstu bátarnar

Ein hin mest spenandi róðurin á jóansøku í dag var áttamannafarsróðurin. Róðurskvinnan á Knørri, Linda Dam Jacobsen, sum vann sera tepurt lýsir róðurin soleiðis.

 

Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER

 

- Tað var ein ótruliga spennandi róður, tí tað var so tætt. Hóast tað var so tætt og vit vóru so trýst, so kendi eg, at vit høvdu tamarhald á støðuni,

 

sigur Linda Dam Jacobsen, ið hevur drúgvar royndir afturi í rong. Orsakað av, at bert 3/25 partar vóru millum Knørr og Kvívíking, ið gjørdist nummar tvey, tordi Linda ikki at fegnast, áðrenn tey høvdu fingið úrslitið váttað.

 

- Eg gitti, at vit høvdu munin, tí at eg helt, at eg var longur frammi í mun til róðursmannin hjá Kvívíkingi. Eg tordi tó ikki at fegnast, tí í einari pressaðari støðu gloymi eg, hvønn veg málið vendir. Tað var ikki fyrr enn Hannis Joensen (høvuðsdómarin, red.) peikaði á okkum, at eg var greið yvir, at vit høvdu vunnið,

 

sigur ein fegin Linda Dam Jacobsen úr Vági. Hóast Knørrur vann hesuferð, er ætlanin at halda høvdið kalt. Knørrur noyðist nevniliga at vinna tær tríggjar stevnurnar, ið eru eftir, um báturin skal vinna FM.

 

- Vit eru byrjað at savna okkum um næstu stevnu.  Á Fjarðastevnu hevur Kvívíkingur heimasjógv, og tað er avgjørt ein fyrimunur fyri teir. Vit skulu heim at arbeiða víðari við m.a endaspurtinum, og so skulu vit annars varðveita góða hugburðin og tað góða róðrarlagið, sum vit vístu í dag,

 

sigur Linda Dam Jacobsen at enda.