Fantastiskt at fáa javnt

– Vit eru sera fegnir um, at vit eftir ein vánaligan fyrra hálvleik, har vit vóru aftanfyri, megna at koma afturíaftur í seinna hálvleiki og fáa javnleik. At vit so fingu javnleik, var heilt fantastiskt, sigur bert 18 ára gamli ÍF-arin, Dánjal á Lakjuni, sum var skiftur inn síðsta hálva tíman og fekk skotið útjavnandi málið.

– Í fyrra hálvleiki vóru teir betri, hóast vit høvdu okkara kjansir, men bara ikki skoraðu upp á teir. Eftir steðgin vóru vit út á vøllin sum eitt nýtt lið. Vit máttu royna at vinna bóltarnar, tí vit vóru alla tíðina seinni á bóltinum enn teir í fyrra hálvleiki, og tað eydnaðist okkum eisini.

Sunnudagin er mótstøðuliðið HB, sum roynir at røkka meistaraheitinum, men HB skal ikki vænta sær nakra hjálp frá ÍF.

– Vit fara eftir trimum stigum, tí vit mugu hugsa um okkum sjálvar og ongan annan, sigur Dánjal á Lakjuni.