Fantastiskir tónar á vaglinum

Leygardagin var langur leygardagur í Miðbýnum í Havn. Afturvið hesum komu svingandi tónar frá vaglinum, ið Speaker og 48 pages stóðu fyri.

Ummæli

Tað var langur leygardagur og lukturin av køkum og heitum kakao spreiddi seg yvir miðbýin. Komst tú nærri við vart tú meira hugtikin av tí spennandi tónleikinum, sum sveimaði í luftuni. Tónleikabólkarnir Speaker og 48 pages høvdu lagt fram eina deiliga skrá fyri vaglinum leygardagin um 14.00 tíðina. Millum annað seldu teir køkur, kaffi, kakao við meira, samstundis, sum teir løgdu fram eitt sindur av teirra egna tónleiki. Veðrið var fínasta slag og fitt av fólki var eisini og stuðlaði tiltakiðnum. Tiltakið var til frama fyri einari ferð til Íslands, sum Speaker og 48 pages standa við. Túrurin verður í juli mánaði og bólkarnir arbeiða sanniliga hart fyri sínari sak.
Tiltakið eydnaðist bara væl og er hetta ikki tað seinasta av sínum slag. Ungu tónleikarinir hava nógvar spennandi ætlanir fyri framman.