Fantastisk avbjóðing

Sum starvslesandi undir løgfrøðilesnaðinum var ein av fyrstu uppgávunum at skriva samandráttir av dómum, sagdir í Mannarættindadómstólinum. Næstu níggju árini skal Jón Fríðrik Kjølbro sjálvur fella dómar í dómarnar, tí hann er valdur at vera mannarættindadómari í Strasburg. - Alt, sum eg havi gjørt í mínari yrkisleið, hevur verið ein óbeinleiðis fyrireiking til nýggja starvið, sigur hann

Síðani 2003 hevur Jón Fríðrik Kjølbro verið dómari í Eystara Landsrætti. Eitt starv, sum hann hevur stórtrivist í. Tí hugsaði hann ongantíð av álvara um tað, tá starvið sum danskur dómari í Evropeiska Mannarættindadómstólinum varð lýst leyst.
Men týskvøldið gjørdist almenninginum kent, at hálvi kunoyingurin og hálvi klaksvíkingurin hevði fingið nýtt og forkunnugt starv. In.fo staðfesti stutt og greitt: »Jón Kjølbro dómari í Strasburg«.
Frammanundan var greitt, at 70 ára gamli danin Peer Lorenzen, sum hevur havt starvið seinastu 15 árini, takkaði fyri seg í Evropeiska Mannarættindadómstólinum, og nýggjur dómari skuldi setast.
- Eg hevði ikki planlagt at søkja starvið. Eg havi stórtrivist í Eystara Landsrætti. Og eg søkti heldur ikki starvið í fyrstu atløgu, greiðir Jón Fríðrik Kjølbro frá. Tað var í roynd og veru ikki fyrr enn starvið varð lýst leyst fyri aðru ferð, at hann sendi sína umsókn avstað.
- Kona mín og eg tosaðu tingini sera væl ígjøgnum, áðrenn eg tók avgerðina. Tað var ikki fyrr enn starvið varð lýst leyst umaftur, at eg søkti, sigur Jón Fríðrik Kjølbro.
Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so er Jón giftur Guðruni, sum eisini er úr Føroyum. Tey hava tríggjar synir, tveir teirra búgva heima. Tískil verður tað bara Jón sjálvur, sum í fyrstu atløgu flytir til Strasburg.

Framíhjárættur og dreymastarv
Jón viðgongur, at nýggja starvið er helst mest krevjandi uppgávan, sum tú kanst fáa sum dómari.
- Hetta verður avgjørt ein spennandi uppgáva og ein fantastisk avbjóðing. Eg síggi tað eisini sum ein framíhjárætt, sigur Jón, sum nevnir starvið sum mannarættindadómari í Strasburg sum eitt av tveimum dreymastørvum.
- Tað er hetta starvið og so starvið sum dómari í Hægsta Rætti, sigur Jón, sum inn til 2023 verður danskur mannarættindadómari í Strasburg. Starvið verður nevniliga sett fyri níggju ár í senn.

Nam við Strasburg undir starvsvenjing
Jón Fríðrik Kjølbro byrjaði at lesa løgfrøði í seinnu helvt av áttatiárunum. Í 1992 var hann í starvsvenjing í danska løgmálaráðnum – og tá hevði hann óbeinleiðis tilknýti til Mannarættindadómstólin í Strasburg, har hann nú fer at starvast.
- Ein av uppgávunum hjá mær, tá eg var í starvsvenjing, var at gera frágreiðingar og samandráttir av dómum sagdir í Mannarættindadómstólinum í Strasburg. Mannagongdirnar vóru so nógv øðrvísi tá, dómarnir vóru færri og fólk vistu minni um mannarættindadómstólin. Løgmálaráðið hevði sum uppgávu at kunna um nýggjar dómar, so eg gjørdi samandráttir og frágreiðingar, sum vórðu sendir til dómarar og býrættir í Danmark. Í dag er tó alt at finna á netinum, fortelur Jón Fríðrik Kjølbro, hvørs áhugi fyri mannarættindum av álvara varð kveiktur tá.
Eftir hetta starvaðist Jón í tvey ár hjá Sorinskrivaranum í Føroyum, áðrenn hann fekk eitt starv í lógardeildini hjá danska løgmálaráðnum.
- Har skuldi eg arbeiða við mannarættindum, og tað havi eg gjørt líka síðani. Tað hevur ongantíð verið ein plan frá byrjan, men næstan alt, sum eg havi gjørt síðani eg varð liðugur at lesa, hevur verið ein fyrireiking til hetta starvið, eg nú havi fingið. Alt, eg havi gjørt, kann beinleiðis ella óbeinleiðis setast í samband við tað, eg nú skal, sigur nýggi danski mannarættindadómarin í Strasburg, sum eisini eitt skifti hevur verið dómari i Føroya Rætti.


Ikki bara arbeiði
Í 2005, tá Jón hevði verið dómari í Eystara Landsrætti í tvey ár, var drúgv samrøða við hann í Sosialinum, ið danin Brian Gronemann, sum millum annað hevur undirvíst á Studentaskúlanum í Hoydølum og á Fróðskaparsetur Føroya frá 2003 til 2005, gjørdi. Hann lýsti Jón Fríðrik Kjølbro soleiðis:
»Jón Fríðrik Kjølbro er en mand med mange kasketter. Han er dommer, når han er på arbejde. Han er familiefar, når han er i hjemmet, og han er en stærkt engageret kirkens mand i fritiden. Han er dansker, men mest når han er på Færøerne; og han er færing, men mest når han er i Danmark. Så mange roller ville gøre en dansker helt rundt på gulvet, men ikke en færing«.
Í dag sigur Jón, at hann ætlar sær framvegis at hava tíð til annað enn arbeiði, nú hann er vorðin mannarættindadómari.
- Eg havi altíð tikið mær tíð til annað enn arbeiði. Tað rokni eg eisini við, at eg fari at gera nú. Eg komi at taka mær stundir til tað, sum eg meti er vert at brúka tíð uppá, sigur Jón Kjølbro og nevnir fyrst og fremst familjuna og samkomuna.

FAKTA
Jón Fríðrik Kjølbro er føroyingur. Mamman, Alvdis, er úr Kunoy og býr niðri, og pápin, Jógvan, var úr Klaksvík. Jón er beiggi Evald Kjølbro, landsverksfrøðing.
Jón er giftur Guðruni, dóttir Judith og Osvald Kjærbo, sála, í Havn. Jón og Guðrun hava tríggjar synir.
Jón varð útbúgvin løgfrøðingur í 1992. Frá 1992 til 2003 arbeiddi hann í danska løgmálaráðnum, tvey av árunum sum fulltrúði hjá Sorinskrivaranum í Føroyum, 1994-1996. Frá 2003 til 2004 var hann fyribilsdómari í Eystara landsrætti. Frá 2004 til 2005 var hann dómari í Býarrættinum í Keypmannahavn, áðrenn hann varð útnevndur landsdómari í 2005.